Vørn logo
 Heim
 FVE
 Tíðindi
 Hagtøl
 Søgulig hagtøl
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
 Talgild móttøka
 Veðrið
 Oyðubløð
 Fráboðan
 Eygleiðara
 Uppboðssøla 2018
Vegleiðing fyri eigarar av fiskiførum í bólki 5 tá fiskifar verður selt ella lagt med alla
Vegleiðing
fyri eigarar av fiskiførum í bólki 5 tá fiskifar verður selt ella lagt med alla

Hendan vegleiðingin lýsir hvussu farast skal fram, tá eitt fiskifar við fiskiloyvi í bólki 5 verður selt uttan fiskiloyvi ella lagt med alla. 

Tá fiskifar í bólki 5 verður selt:
Sølusáttmáli verður skrivaður, sum greitt tilskilar:
hvønn bát talan er um,
hvør er keypari og hvør er seljari, og
um báturin verður seldur við ella uttan fiskiloyvi.
- Um báturin verður seldur uttan fiskiloyvi SKAL eigarin av fiskiloyvinum søkja um tilsøgn frá Vørn sbrt. § 8, stk. 4 smbr. § 8, stk. 8, í lóg um vinnuligan fiskiskap. 
- Vørn kann síðani veita eigaranum tilsøgn um, at flyta fiskiloyvi á annað far við somu ella minni fiskiorku. Tilsøgnin er galdandi fyri 2 ár. 
- Gev gætur, at øll veiðiloyvi (harundir eisini fiskiloyvi í bólki 5) fara úr gildi pr. 1. januar 2018. Tískil kann Vørn ikki veita tilsøgn í longri tíðarskeið enn til 31. desember 2017.

Tá fiskifar í bólki 5 verður lagt med alla:
Fyri at varðveita fiskiloyvi tá fiskifarið verður lagt med alla ella fiskifarið verður strika úr bátayvirlitinum hjá Sjóvinnustýrinum: 
SKAL eigarin av fiskifarinum søkja um tilsøgn frá Vørn til at flyta fiskiloyvi á annað fiskifar. 
Reglurnar fyri hvussu ein tilsøgn verður veitt, eru tær somu sum nevndar oman fyri.

Umsókn um tilsøgn skal sendast við telduposti til Vørn á: loyvi@vorn.fo. Um ivamál eru, eru tygum vælkomin at ringja til Vørn á tel.: +298 311065. 

Viðkomandi lóggáva:
§ 8, stk. 4 í lóg um vinnuligan fiskiskap:
“Verður fiskifar við veiðuloyvi lagt med alla, er ræðisavmarking skrásett í skipaskránni, ella farið verður strikað í skipaskránni, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn veita eigaranum tilsøgn um veiðuloyvi til annað fiskifar ístaðin, sum skal verða skrásett í skipaskránni innan 2 ár frá tí degi, at tilsøgnin er givin. Fiskifarið, sum kemur ístaðin, skal lúka treytirnar í stk. 1 viðvíkjandi fiskiorku. Hevur persónur ella felag ikki gjørt nýtslu av einari sambært 1. punktum givnari tilsøgn, kann landsstýrismaðurin, tá fiskiár byrjar, tilluta bólkinum fiskirættindini.”
§ 8, stk. 8 í lóg um vinnuligan fiskiskap: 
“Ásetingarnar í stk. 1,4 og 5 eru eisini galdandi fyri flyting av fiskiloyvi millum fiskifør í bólki 5 sambært § 28, stk. 1.”

Útskriva skjalið Send skjalið
 
TÍÐINDI
14-01-2019
Vørn fer at taka gjald fyri ískoytisloyvi
Vørn skal við hesum gera vart við, at frá 1. Februar 2019 verður gjald...
31-12-2018
Stelkur maskintrupuleikar
Brimil sleipar Stelk á Runavík Stelkur hevur maskinskaða. Stelkur er...
 
Tíðindaakriv
 
Leita