Vørn logo
 Heim
 FVE
 Tíðindi
 Hagtøl
 Søgulig hagtøl
 Myndasavn
 Slóðir
 Veiðiváttan til ES
 Søga
 Leys størv
 Nøgdsemiskanning
 Talgild móttøka
 Veðrið
 Oyðubløð
 Vegleiðingar
 Fráboðan
 Eygleiðara
 Uppboðssøla 2018
Ófulltiknir dekkarar til Vørn

Ófulltiknir dekkarar til Vørn

 

Trý størv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys.

Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur sum starvstíð við handilsskipum.

Ert tú ung/ungur, tó minst 18 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:

·         Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.

·         Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  15. november 2018 kl. 1200.

Starvið sum ófulltikin dekkari verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til :        journal@vorn.fo  ella

 

Vørn, Yviri við Strond 3, postsmoga 1238, 110 Tórshavn

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo

30-10-2018
Send skjalið
 
 
TÍÐINDI
21-09-2018
Váttan um manningarviðurskifti.
Vørn skal boða frá, at váttan um manningarviðurskifti, sambært § 51, s...
14-09-2018
Borgarin hevur fingið trolið um skrúvuna
Í gjár fekk Borgarin trolið um skrúvuna, og er Brimil farin at sleipa ...
 
Tíðindaakriv
 
Leita