Skriva út

Vegleiðing viðvíkjandi bólki 5

Umsókn um fiskiloyvi:

Umsókn um fiskiloyvi í bólki 5 kann avgreiðast inni á www.torvan.fo.

Rætt til fiskiloyvi:

Rætturin til fiskiloyvi í bólki 5 verður latið teimum, sum í 2019 høvdu rætt til fiskiloyvi í bólki 5. Tað eru bátar, ið vóru skrásettir áðrenn 1. januar 1995, og sum ikki eru ræðisavmarkaðir, ella hava aðra avmarking at reka vinnuligan fiskiskap, ella teir sum hesi rættindi seinni eru flutt á.

Tá fiskifar í bólki 5 verður selt:

Sølusáttmáli verður skrivaður, sum greitt tilskilar:

  • hvønn bát talan er um,
  • hvør er keypari og seljari, og
  • um báturin verður seldur við ella uttan fiskiloyvi
  • Um báturin verður seldur uttan fiskiloyvi, SKAL eigarin av fiskiloyvinum søkja um tilsøgn frá Vørn sbrt. § 32, stk. 4 í løgtingslóg um sjófeingi.
  • Vørn kann síðani veita eigaranum tilsøgn um, at flyta fiskiloyvi á annað far við somu ella minni fiskiorku. Tilsøgnin er galdandi í 2 ár.

 

Flyting av fiskiloyvi í bólki 5:

Í samband við at bátur verður skiftur út, kann fiskiloyvi flytast á tann nýggja bátin treytað av, at fiskiorkan ikki økist sbrt. § 32, stk. 1 í løgtingslóg um sjófeingi.

Til hetta krevst, at báðir bátarnir eru uppmáldir av einum av Sjóvinnustýrinum góðkendum uppmátara.

Fiskiloyvi kann einans avhendast einum øðrum persóni í sambandi við, at bátur verður seldur við fiskiloyvi við sbrt. § 32, stk. 3 í løgtingslóg um sjófeingi.

Fiskiloyvi hjá tveimum bátum í bólki 5 kann flytast á annað fiskifar við ongum fiskiloyvi treytað av, at fiskiorkan ikki økist.

Tilsøgn um at varðveita fiskiloyvi:

Verður fiskifar í bólki 5 tikið úr vinnuligum fiskiskapi, skal eigarin av fiskifarinum søkja um at fáa eina tilsøgn um, at fiskiloyvi, innan tvey ár, kann flytast á annað fiskifar við somu ella minni fiskiorku sbrt. § 32, stk. 4 í løgtingslóg um sjófeingi.

Umsókn um tilsøgn kann avgreiðast umvegis  www.torvan.fo  , ella sendast sum t-post til vorn@vorn.fo.

Fiskiorka:

Fiskiorkan, hjá fiskifari í bólki 5, verður roknað sum Longd x Breidd x Dýpd. Tá fiskiorkan verður roknað, skal málibræv frá einum av Sjóvinnustýrinum góðkendum uppmátara fyriliggja.

Ásetingar um bólk 5 kunnu lesast í § 32 í løgtingslóg um sjófeingi, sí her.