Treytir til reiðarí, sum fáa álagt at hava eygleiðara umborð
1. Reiðarí fyri fiski- ella fiskaflutningsfør skulu flyta Vørn depositum fyri eygleiðara, í minsta lagi fyri 30 dagar. Depositumið fram til 1. okt, 2015 er kr. 2.670,00 pr. dag. Depositum skal flytast í Bank Nordik á konti: 6460 182.705.9. Depositumið fyri 30 dagar er sostatt 80.100,- kr. Um túrurin er longri enn 30 dagar, skal nýtt depositum fyri 30 dagar gjaldast.
2. Áðrenn lagt verður frá landi, skal reiðaríið á fiski- ella fiskaflutningsfarinum hava sent Vørn bankakvittan fyri depositumið.
3. Reiðaríið á fiski-ella fiskaflutningsfarinum skal gjalda fyri eygleiðaran, frá tí degi reiðaríið skrivliga hevur boðað frá, at hann skal koma umborð, til tann dagin hann ferð í land – báðir dagar íroknaðir. Gjaldast skal fyri eygleiðaran, sjálvt um fráferðin verður útsett/seinkað og hóast fiski- ella fiskaflutningsfarið kemur í havn at landa ella umvæla eitthvørt. Gjaldast skal, so leingi eygleiðarin er umborð.