Fríggjadagin (16.04.21) ringdi skiparin á Arctic Voyager til Brimil og bað um sleip tí teir høvdu fingið bellin (t.e eitt stykki á trolinum) um síðuskrúvuna, netið lá soleiðis at hann tordi ikki at kobla í og sigla sum vanligt tí at vandi var fyri at tað kom um høvuðsskrúvuna eisini.
Brimil fór beinanvegin sigla til Arctic Voygar sum var staddur suðuri móti tí enska markinum á svartkjafa veiðu. A veg út til Arctic Voyager ringdi skiparin á Næraberg og spurdi um vit kundu taka ein mann inn við okkum tí hann hevði skorið seg í hondina. Hetta bleiv sjálvandi játtað
Avtala bleiv at Næraberg skuldi hála og sigla á sama stað sum Arctic Voyager lá.
Leygarmorgunin (17.04.21) kl 0030 fór arbeiðsbáturin hjá Brimli eftir manninum á Næraberg. Hetta gekk gott og fingu teir mannin umborð á bátin í øllum góðum, sjálvt um tað var stór alda og vindur.
Kl 01:50 hevði Brimil sett fast á Arctic Voyager og byrjaðu at sleipa móti landi.
Avgjørt bleiv at sleipa móti Tórshavn so at skaddi maðurin kundi koma undir læknahond.
Kl 1830 komu skipini í Nólsoyarfjørð tá fór Arbeiðsbáturin hjá Brimli inn á havnina við manninum . Skaddi maðurin bleiv lagdur undir skurð í hondini seinni sama kvøld.
Kl 2000 var Arctic Voyager komin at bryggju í Tórshavn, tá fóru kavarar niður at skera av skrúvuni.
Arctic Voyager hevði fingið 700 tons av svartkjafti.
Myndir: Marner Ludvig