Eivind sleipaður úr Íslendskum sjógvi.
Tann 26.09.20 bleiv Brimil biðin um at fara til Íslands til eina hjálparveiting. Eivind hevði fingið maskin trupulleikar í Íslendskum sjógvi, har hann hevur roynt við línu.
27.09.20 kl. 07:00 Føroyska tíð var Eivind statur 17 fjórðingar sunnanfyri Høfn í Íslandi, tá ið Brimil kom til hann.
Havbúgvin hevur fingið loyvið at draga línuna upp hjá Eivind.
Brimil verður væntandi í Kollafjørði við Eivind 28.09.20 seint um kvøldi, har hann ferð at landa, áðrenn hann skal til skipasmiðuna.
Myndirnar hevur Eliesar Jakobsen tikið