Leygardagin 26/8, ringdi skiparin á Heyki umborð á Brimil og boðaði frá, at teir høvdu maskintrupulleikar og teimum tørvaðu sleip til lands.
Brimil kom til Heyk um nátturðatíð og byrjaði at sleipa ímóti landi.
Skipini vóru á Runavík á miðnátt.
Heykur var til upsafiskiskap eystanfyri Føroyar á Nólsoyarbankanum, tá teir fingu maskintrupulleikar.
Myndirnar hevur Bjartur Tórhallsson tikið