Jákup fylti 70 ár týsdagin 12. januar og vit valdu sjálvandi, at hátíðarhalda dagin saman við honum. Jákup hevur mestsum verið partur av húsinum síðan fyrst í 90-unum. Hann hevur eisini verið við skipunum hjá okkum fleiri ferðir. Hann hevur verið sera fegin um møguleikan, at sleppa at luttaka í arbeiði okkara og vit hava sanniliga eisini fingið nakað gott burturúr.
Vit hava lært nóg av vinalagnum við Jákup. Vit hava lært, at hann, hóast onkrar avmarkingar, hevur allar teir eginleikar, sum vit onnur hámeta og hava tørv á. Vit hava lagt dent á regluligt samskifti við Jákup. Vit hava sagt við hann, at hann skal kenna seg heima, saman við okkum
Vit høvdu eina hugnaliga løtu, saman við Jákupi í morgun. Bollar, kakao og mangt annað gott var á skránni.
Hann fekk sjálvandi eina hóskandi føðingardagsgávu eisini.