Í dag, 25/4, var skipa fyri venjing saman við bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways.
Í venjingini hesuferð luttóku næmingar frá Vinnuháskúlanum, manningin á Brimli og tyrlumanningin.
Venjingin var skipa soleiðis at næmingarnir komu umborð á Brimil fyrrapart, har teir fingu kunning um og upplæring í sjúkraviðgerð umborð á skipi.
Eisini vandu næmingarnir at neyðflyta skaddar persónar.
Seinnapart var venjing við tyrluni. Bjargarar komu av tyrluni umborð á Brimil. Teir greiddu frá hvussu ein skal fyrihalda seg tá, fólk vera flutt av skipið við tyrlu.
Eftir hetta vóru næmingar, lærari og onnur luttakandi tikin umborð á tyrluna og flutt til lands.
Venjingin gekk væl og allir partar fingu nógv burturúr.
Tað er av stórum týdningi at slíkar venjingar vera hildnar regluliga og at allir partar av tilbúgvingini samstarva væl.
Myndir: Bjartur Tórhalsson