2 ára skeiðið hjá Rannvu Tausen er nú runnið
2 ára skeiðið hjá Rannvu Tausen er nú runnið
Rannvá hevur starvast umborð á Brimli, sum ófulltikin dekkari í tvey ár. Í januar fer Rannvá á Vinnuháskúlan at lesa víðari til skipara.
Skipari og manning ynskja henni alt tað besta framyvir. Og sum minni um tíðina umborð á Brimli, fekk hon eitt ur frá manningini.
Sum ófulltikin dekkari hjá Vørn, fært tú møguleika at læra um sjóvinnu og arbeiðið umborð á skipi. Tú fært royndir við at ganga vakt, taka lut í vanligum skipsarbeiði, og tú kanst brúka hesa tíðina til víðari útbúgving sum navigatørur.
Sum ófulltikin dekkari hjá Vørn, telur starvstíðin sum starvstíð við handilsskipum.
Á myndini: Rannvá Tausen, ófulltikin dekkari, og Eliesar Jakobsen, yvirstýrimaður.
Myndina hevur Gunleif L. Poulsen tikið.