02.06.2010 kl. 19.10
Skriva út

Anna J. maskintrupuleikar norðvestur úr Mykinesi

Kl 2345 í gjárkvøldi boðaði útróðrarbáturin Anna J., úr Skopun frá at teir høvdu maskintrupuleikar.

Teir vóru staddir 30 fjórðingar norðvestur úr Mykinesi.

Tjaldrið kom til Annu J. Kl 0630 í morgun og sleipaði bátin til Runavíkar, har komið var kl 1530.

Anna J. er ein AWI 39 glastrevjabátur, teir vóru á upsaveiðu við snellu, teir høvdu bert fiska eina løtu tá teir fingu trupuleikar við motorinum.

Myndasavn