14.05.2011 kl. 13.54
Skriva út

Athena verður køld við vatnkanónum.

Mánkvøldið kl. 2150 byrjaði vaktarskipið Brimil at køla skipssíðirnar á Athenu, sum eldur var komi í um miðnáttarleitið kvøldi fyri.

Brimil hevur tvær vatnkanónir, sum sproyta 300 tons hvør av vatni/sjógvi um tíman.

Veðrið var sera gott, so møguleikarnir at koma tætt uppá síðun av Athenu vóru av teimum bestu.

Skipssíðurnar á Athenu vóru sera heitar, og dampurin var sera nógvur tá ið kølingin fór í gongd.

Byrja bleiv í stýriborðssíðu og síðani bleiv kølt í bakborðssíðu.

Tað er sera umráðandi at fáa køling setta í verk so skjótt sum tilber, fyri at forða fyri at eldurin breiður seg so skjótt, men orsaka av speingivanda, var ikki møguligt at byrja kølingina fyrr enn mánakvøldi.

Fleiri myndir her