18.08.2022 kl. 08.55
Skriva út
Atlantshavsrógvarnir farnir av bátinum.
Tíðindaskriv frá MRCC
Atlantshavsrógvarnir farnir av bátinum.
Í morgun kl 0532 UTC fekk MRCC boð frá rógvarunum, um at báturin hjá teimum hevði fingið ein stóran sjógv og hevði fingið so stóran skaða, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibjargingarbátin. Teir vóru í flótidraktum, høvdu mat og telefon og ein EPIRB neyðsendara. Báturin var staddur í bretskum bjargingarøki og tí setti MRCC Tórshavn seg í samband við UK JRCC, sum taka sær av bjargingarátakinum.
Eitt farmaskip er nærhendis og hevur sett kós í móti positiónini og væntast at vera á staðnum um einar 2 tímar. Tað er sjaskut veður í økinum.