03.01.2012 kl. 23.08
Skriva út
Augusturin í Hvalba sleipaður til havs
Seint fyrrapartin kom Brimil á Hvalba fyri at sleipa augustin út aftur.
Arbeiðsbátarnir vóru settir út og fólk frá Brimil fór inn í fjørðuna og settu fast á augustin.
Fyrst royndu báðir arbeiðsbátarnir at seta á, augusturin snaraði nakað fyri, men var ov tungur fyri bátarnir.
Síðani var sett á við trolspælinum á Brimli, sum dróg augustin upp undir hekkuna, sigldi nakað eystur úr Suðuroynni og slepti augustinum.