25.01.2011 kl. 10.58
Skriva út
Avgreiðsla av veiðiváttanum til ES eftir 15. Februar 2011.
Síðan 1. januar 2010, hava ES-mynduglekar kravt eina veiðiváttan frá føroyskum útflytarum ogskipum, um fiskurin skuldi á ES-marknaðin. Veiðiváttanin er eitt skjal, har flagglandið hjá tí, ið
hevur veitt fiskin, við undirskrift og stempli váttar, at fiskurin er lógliga veiddur.
Tað varð álagt Fiskiveiðieftirlitinum, at hava hetta eftirlit og at avgreiða veiðiváttanir til fisk og
fiskaúrdráttir, ið skuldu seljast til ES-marknaðin. Ynski frá vinnuni hevur eisini verið, at fáa
veiðiváttan, tá ið fiskur hevur verið avreiddur beinleiðis til lond uttanfyri ES.
Fiskiveiðieftirlitið hevur í farna ári avgreitt veiðiváttanir, so hvørt hesar eru innkomnar. Hetta
hevur gjørt, at starvsfólk hava verið tøk, langt eftir vanliga arbeiðstíð.
Nú eitt ár er gingið, hevur Fiskiveiðieftirlitið kannað eftir, nær tørvur er hjá vinnuni, at fáa
váttanir avgreiddar. Við støði í hesum sæst, at tað bert er neyðugt, at avgreiða veiðiváttanir
uttanfyri vanliga arbeiðstíð, tríggjar dagar um vikuna.
Tá Fiskiveiðieftirlitið, eins og aðrir partar av almenna sektorinum, er sera hart rakt av ov lítlari
fíggjarorku, verður eisini neyðugt, at fremja sparingar á hesum øki.
Tí verða avgreiðslurnar av veiðiváttanum eftir 15. februar, avmarkaðar, til at verða sum niðanfyri
ásett :
Dagaur: Frá klokkan: Til Klokkan:
Mánadagur 0800 1700
Týsdagur 0800 1600
Mikudagur 0800 1600
Hósdagur 0800 1800
Fríggjadagur 0800 1800
Leygardagur 1700 1800
Sunnudagur 1700 1800