28.03.2025 kl. 12.00
Skriva út
Avhendingar og fulltrúir
Vørn fær nógvar umbønir um avhending av fiskirættindum. Í hesum sambandi er tað ikki altíð, at tann, ið skrivar undir umbønina, hevur heimild at binda felagið. Ivamál hesum víðvíkjandi gera tað óneyðuga tíðarkrevjandi at eftirkanna eina avhending.
Vørn skal tí heita á feløg um í fyrsta lagi at tryggja, at umsøkjarin/undirskrivarin kann binda felagið ella í øðrum lagi senda okkum einum fulltrú, sum greitt loyvir undirskrivaranum at binda felagið.
Vørn, 28. mars 2025.