04.07.2011 kl. 22.19
Skriva út

Avreiðing av makreli til móttøkuskip

Nú fleiri skip gera klárt at fara á makrelveiðu er umráðandi at skipini fáa til vega neyðugu loyvini. Fleiri hava søkt og fingið fiskiloyvi, men tey skip, sum ikki hava góðar møguleikar at taka makrelin inn, men ístaðin hava ætlanir um at lata fiskin til flutningsskip, skulu sambært § 26 í kunngerð nr. 85 frá 8 juni 2011 um veiðu eftir makreli við skipum undir føroyskum flaggi, hava serligt loyvi til slíkt virksemi.
Um skip avreiða fiskin til móttøkuskip uttan neyðugt loyvið frá Fiskimálaráðnum, kann fiskiloyvi hjá skipinum verða tikið aftur í upp til 4 vikur.