21.01.2009 kl. 12.27
Skriva út
Bátaeigarar í bólki 5A og 5B
Fiskiveiðieftirlitið fer í næstum, at gera kanningar á bryggjukantinum, til tess at vita, um bátar í bólki 5A og 5B hava galdandi fiskiloyvi.Átakið byrjar 26. januar 2009.
Um Fiskiveiðieftirlitið kannar bát og hesin ikki hevur galdandi fiskiloyvi, verður ikki gjørligt, at avreiða fiskin, fyrrenn viðurskiftini eru fingin í rættlag.
Eru fyrispurningar um fiskiloyvi, ber til at fara á heimasíðuna www.fisk.fo undir oyðubløð.
Ella ringja til Fiskimálaráðið tlf. 353030