08.02.2010 kl. 09.47
Skriva út

Bátur farin á land á Glyvursnesi.

Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn

Mánadagin, 08. februar 2010



Bátur farin á land á Glyvursnesi í morgun.


Klokkan 0629 í morgun fekk Tórshavnradio boð um at Norðhavið var farin á land á Glyvursnesi, tríggir mans vóru umborð.
Tíggju minuttir seinni var TN 753 Tóra hjá Norðhavinum og tók ein mann av bátinum, hinir tveir blivu umborð tí eingin stórvegis leki var at síggja.
Eingin persónur var komin til skaða av hendingini.
Tóra bleiv liggjandi hjá Norðhavinum alla tíðina til Lív kom til hjálpar.
Lív bleiv útkallaður beinanvegin og tað gekk bert ein hálvur tími frá teir fingu útkalli til teir vórðu hjá Norðhavinum.
Bjargingar tyrlan bleiv útkalla og var klár at fara, menn tað bleiv ikki brúk fyri tyrluni hesaferð.
Klokkan 0712 hevði Lív toga Norðhavið av aftur. Tað vísti seg tá ið Norðhavi var komin leysur, at tað var eingin leki menn skrúvan hevði tikið skaða. Lív sleipaði Norðhavið til Tórshavn.





Vinalig
MRCC Tórshavn
Tórshavnradio

Fleiri upplýsingar fáast hjá Robert Olsen, leiðara á MRCC, á telefon 35 13 02.
23 13 11