07.07.2009 kl. 09.39
Skriva út

Bjarging av báti í Djúpunum

Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
týsdagin, 07. juli 2009




Bjarging av báti í Djúpunum í gjárkvøldið

Klokkan 2054 í gjárkvøldið kallaði báturin Zealous á Tórshavnradio og
Boðaði frá at báturin lak illa og kláraði ikki at halda lens.
MRCC tilkallaðu tyrluna og Ziska beinanvegin.
Tórshavnradio sendi Pan Pan beinanvegin menn tað var eingin bátur ella skip ið svaraðu.
Tað tók bert 20 minuttir frá Ziska var tilkallaður til teir høvdu loyst av Klaksvík og bert 35 minuttir frá at tyrluskiparin var fráboðaður til tyrlan var á flogi.
Klokkan 2200 var maðurin bjargaður og umborð á tyrluna.
Klokkan 2250 hevði Ziska flutt 2 pumpur umborð á Zealous og fingið kontroll á lekanum.
Ziska sleipaði Zealous á Fuglafjørð har teir komu klokkan 0030 har báturin skuldi á sleipistøð.



Vinalig heilsan
MRCC Tórshavn
Tórshavnradio