16.08.2013 kl. 15.26
Skriva út
Bjargingarbátarnir hava lyft føroyska tilbúgving á eitt hægri støði
Fyri stuttum kom bjargingarbáturin Sverri, sum Vága Bjargingarfelag kemur at standa fyri. Hesin báturin er tann triði í røðini, sum er komin, síðan Løgtingið gjørdi av at stuðla fíggjarliga fyri at fáa bjargingarbátar til vega.
Fyrst at fáa ein bjargingarbát var Norðoya Bjargingarfelag, sum í 2005 keypti ein úr Onglandi. Hesin kom til landi áðrenn nevnda skipan bleiv sett í gildi. So tað má sigast at vera eitt bragd av Norðoya Bjargingarfelag.
Seinni kom Lív, sum var ein nýbygningur úr Svøríki. Í fjør fingu eiðismenn so Vón, sum bleiv keypt úr Noregi. Og sum nevnt kom Sverri í summar. Smærri bátar eru eisini tøkir, sum til dømis í Suðuroynni.
Tá MRCC bleiv stovnað í 2002 vóru eingir av hesum bátum komnir. Og vóru skipini langt til havs, vóru ikki nógvar eindir at heita á. Menn ivaðust í hvønn teir skuldu heita á og privatbátar og alibátar blivu manga ferðir brúktir at hjálpa. Sum øllum kunnugt er tað streymhart millum oyggjar okkara, og tí skal berast skjótt at, tá bátar koma í trupulleikar á nærleiðunum. Og her er tað eisini, at bjargingarbátarnir prógva virðið sítt.
Eitt dømi um eina hending kundi verið nevnt. Ein skjóttgangandi gummibátur við ungdómi umborð steðgaði upp og var við at reka á land. Tað var tvassut í sjónum og eingin av teimum var í bjargingarvesti, og tað kundi lættliga blivið ein skaðadagur um báturin rak á land. 10 min eftir at boð vóru send til bjargingarbátin, var hann hjá uppsteðgaða bátinum og fekk ein enda umborð. Slíkar hendingar fara fram uttan at fjølmiðlar og onnur geva tí gætur. Og tað er synd, tí hetta er bjarging og fyribyrging av vanlukkum, og tað verður gjørt av sjálvbodnum fólki.
Ein annar táttur, har bjargingarfeløgini hava ein stóran leiklut, er við stevnur og festivalar. Heldur ikki henda leiklutin verður nógv gáað um. Tað verður bara roknað, sum um hesi fólk og hesir bátar bara skulu vera har, soleiðis uttan nakað víðari.
Saman við vaktarskipum og tyrlum eru bjargingarbátarnir bulurin undir føroyskari sjótilbúgving. Tí er tað at fegnast yvir, at ein bjargingarbátur afturat er komin til landið. Hann verður so við at varða av vestur økinum í Føroyum.
Men raksturin er tungur, serliga eru tað oljuútreiðslurnar, sum hála niður. Tað hevði gjørt raktsturin av feløgunum nógv lættari, um limirnir kundu sloppið undan at hugsa um at fáa inntøkur til vega alla tíðina. So kundu teir hugsavna seg um tilbúgving, viðlíkahald og venjingar. So áheitanin á okkum øll skal vera: Stuðlið hesum bátum og hesum ágrýtna fólki.
(Mynd: VP/Jógvan Helgi Hansen)