Bjargingarvestar umborð á kappróðrarbátum
Síðstu vikurnar hava manningar frá Brimli og Tjaldrinum gjørt kanningar av kappróðrarbátum, fyri at kanna um trygdarútgerðin er í lagi.
Eitt, sum hugt verður eftir, er um mannningarnar eru í bjargingarvesti.
Tíverri vísir tað seg at nógvir av rógvarnum ikki eru í bjargingarvesti, tá vant verður.
Hetta er galdandi fyri manningar líka frá barnaróðri upp til størstu bátarnar.
Sum við øðrum av lívsins viðurskiftum, síggja teir ungu rógvarnir upp til teir rógvarnar, ið rógva við størru bátunum. Og um teir eldru rógvararnir eru líkasælir við galdandi trygdarreglur, smittar tað av á teir yngru og hetta er sjalvandi ein keðilig gongd.
Stutt síðan var eitt av tryggingarfeløgunum frammi í fjølmiðlinum og boðaði frá, at teir høvdu latið bjargingarvestar til øll róðrarfeløgini. So undanførslan kann ikki verða at feløgini ikki eiga vestar og ikki hava ráð at fíggja keypið av slíkum.
Men tað skal tó sigast, at hjá summum av feløgunum í landinum er hugburðurin ein annar. Teir syrgja fyri at manningarnar altíð eru í vesti. Tað er at fegnast um.
Tí vilja vit hervið heita á allar rógvarar, um at nýta bjargingarvest tá ró verður.