01.08.2014 kl. 20.15
Skriva út

Bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskap við uppsjóvartroli

Við heimild í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 § 35 stk. 3, ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskap við uppsjóvartroli á hesum øki.


1. 6449N – 0205V
2. 6249N – 0320V
3. 6249N – 0500V
4. 6449N – 0346V
5. 6449N – 0205V

Veiðbannið er galdandi fyri øll skip, ið hava fiskiloyvi, at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2014. Tó eru tey undantikin, ið hava tillutaða kvotu av øðrum uppsjóvarfiski.
Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 1. august 2014 klokkan 15:00 til 15. august 2014 klokkan 15:00

Upplýsingar um veiðibannið eru eisini at síggja á www.vorn.fo