27.09.2012 kl. 15.40
Skriva út

Bráfeingis veiðibann Eystur ímóti fiskimarkinum

Við heimild í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 § 35 stk. 3 ásetir Fiskiveiðieftirlitið bráðfeingis veiðibann fyri fiskiskapi við troli á hesi leið.

1. 63 52 N – 00 31 W
2. 62 44 N – 02 07 W
3. 62 44 N – 03 00 W
4. 63 52 N – 01 46 W
5. 63 52 N – 00 31 W

Veiðibannið er galdandi fyri øll føroysk skip, ið hava fiskiloyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012. Tó eru tey undantikin, ið eiga egnar kvotur av norðhavssild.
Veiðibannið er galdandi frá í dag, hin 27. september 2012 klokkan 20:00 til 11. oktober 2012 klokkan 20:00.