29.03.2011 kl. 18.20
Skriva út
Brattaskor tikin fyri at fiska í stongdum gýtingarkassa
Brimil kom í morgun fram á útróðrarbátin Brattaskor, sum dró línu í einum stongdum gýtingarkassa norðanfyri.Kanningarlið frá Brimli fór umborð, og fekk bátsformaðurin boð um at fylgja við til lands.
Brimil kom um 5-tíðina í kvøld á Klaksvík við Brattaskorð, har hann verður skuldsettur fyri brot á fiskivinnulóggávuna, málið er latið Politinum.
Sambært skiparinum á Brimli hevði Brattaskor fingið umleið 9.000 pund á 40 stampum, meginparturin góður toskur.