26.05.2010 kl. 11.15
Skriva út

BRIMIL í Irmingarhavinum

Sambært NEAFC avtalum, so er Brimil í løtuni í Irmingarhavinum og hevur eftirlit, saman við øðrum eftirlitskipum frá NEAFC limalondum.
Høvuðsuppgávan er at kannað veiði og reiðskap, og um skip fiska ólógliga.

Men aðrar uppgávur eru eisini, og var ein ígjár, at hjálpa einum sponskum trolara, ið er á kongafiskaveiði. Spanski trolarin bað um hjálp fyri at kannað skrúvuna, tí teir hildu se hava fingið rekanet um hana.

Kavarar frá Brimli fóru niður, at kannað skrúvu og róður.
Tveir tímar seinni kundi spanski trolarin sigla víðari, eftir at kavarnir høvdu staðfest, at alt var ílagi.
“Pescaberbes Dos” sum spanski trolarin kallaðis, hevði fiska í 33 dagar og hevði umleið 250 tons inni.