26.03.2009 kl. 16.12
Skriva út

Brimil sleipa Thor til Runavíkar

Brimil fór í gjár garnabátinum ”Thor” til hjálpar. Thor var staddur slakar 70 fjórðingar eystur úr Borðuni, tá teir bóðu Brimil um hjálp. Teir høvdu fingið um skrúvuna, og vildu hava sleip.
Brimil var júst komin á Havnina við skiparanæmingum, sum seinastu dagarnar høvdu verið umborð í útbúgvingarørindum.
Hann hevði sagt frá meira vindi og kavaslettingi, so Brimil legði frá bryggju aftur alt fyri eitt, so komast kundi til lands við Thor, áðrenn hann øtlaði veðrið. Og um 6-tíðina í morgun var Brimil á Runavík við Thor.
Froskmenn fóru beinanvegin niður at skera av skrúvuni, og áðrenn kl. 10.00 fyrrapartin var Thor tilreiðar at fara aftur til fiskiskap.