28.08.2008 kl. 14.35
Skriva út
Brimil sleipaði Grím Kamban
Grímur Kamban og Kalsevni vóru til fiskiskap, tá fyrrnevndi fekk trupulleikar við gearinum og mátti hava sleip til landsSíðstu nátt tók vaktarskipið Brimil djúpvatnstrolaran Grím Kamban (TN 320) upp á sleip og sleipaði skipið á Fuglafjørð, hagar teir komu um middagsleitið í dag.
Grímur Kamban og Kalsevni, sum partrola, vóru til fiskiskap, tá Grímur Kamban fekk trupulleikar við gearinum.
Skipið er upprunaliga smíðað á Akureyri í Íslandi í 1987.
Tá Grímur Kamban var heimahoyrandi í Íslandi, kallaðist skipið Nøkkvi.
© Vilmund Jacobsen - Sosialurin