25.08.2011 kl. 07.49
Skriva út

Brimil tikið trolbát fyri at fiska innanfyri

Tað var skiparin á Brimli, sum helt, at ikki alt gekk rætt fyri seg, tá teir sóu at ein trolbátur í fleiri førum hevði verði inni í kassa T, sum er vestanfyri Mykines.
Skiparin á Brimli gjørdi av at sigla vestur um Mykines og seta gummibátin út, gummibáturin sigldi síðani nógvar fjórðingar til trolbátin.
Tá teir komu til trolbátin hevði hann trolið úti, og var mitt inni í kassanum.
Brimil er á veg á Havnina við trolbátinum, har Politiið tekur í móti teimum.