29.01.2014 kl. 12.30
Skriva út

Brimil tók í gjár ein EPIRB upp norðvestanfyri Føroyar

Hetta er ikki ein av teimum vanligu EPIRB’unum, ið skip brúka, men hetta er ein frá einum kavbáti.
Ein breskur kavbátur misti EPIRB’in norðurvestanfyri Írland á positión 5533N 1043 V ,14. desembur 2013.
Sendarin er sostatt rikin umleið 450 fjórðingar síðani hann var mistur.
EPIRB er ein stytting fyri Emergency Position Indicating Radio Beacon, hetta er ein neysendari, ið er umborð á skipum og bátum.
Hann verður útloystur um skipið søkkur, og fer at senda eitt signal, ið gevur positión og eyðmerking av skipinum.