31.10.2011 kl. 13.02
Skriva út

Broyting í kunngerðini um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum v.m. er nú lýst

Broyting í kunngerðini um tíðaravmarkaðar friðingar av ávísum smáfiskaleiðum v.m. er nú lýst

Johan Dahl, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur gjørt av at broyta friðingina av smáfiskaleiðum soleiðis, at leiðin á Mýlingsgrunninum verður latin upp aftur.

Fyrr í ár vórðu leiðirnar inni við land friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi við línu. Samstundis vórðu ein leið eystur úr Fugloynni og ein leið á Mýlingsgrunninum friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi.
Í september varð kunngerðin broytt so, at ein leið afturat vestur úr Mykinesi eisini varð friðað fyri øllum vinnuligum fiskiskapi.

Kunngerðin er nú broytt soleiðis, at friðingin á Mýlingsgrunninum er strikað.

Kortini kunnu eisini sýggjast til vinstru niðast á forsíðuni