26.08.2009 kl. 14.02
Skriva út

Broytingar í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994

Kunning um broytingar í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap.

Í Kunngerðarblaði A hefti 22 er kunngjørd broyting til Løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

Broytingarnar snúgva seg um stongdar leiðir.
Stk. 7 í kunngerð nr. 106 frá 17. august 2009 ásetir eitt broytt Øki F. Her talan um eina víðkan av tí stongda partinum, í eystara kanti av Munkagrunninum.

Stk 14 í somu kunngerð, ásetir eitt nýtt øki, ið nevnist Øki T. Her er talan um eitt øki, í útnyrðing úr Mykinesi.

Í stk. 15 í áðurnevndu kunngerð, er ásett, at eitt nýtt øki, ið nevnist Øki U er stongt. Hetta øki er í landnyrðing úr Fugloynni.

Økini vórðu stongd hin 18. august 2009.