Buffaradagar 2020
Frá 1. oktober 2020 kunnu fiskifør í bólkunum 2, 3, 4A, 4B og 4T søkja um óbrúktar dagar frá 2019, eisini nevnt "buffaradagar". Talan er um felags fiskidagar til hvønn bólk, og talið av fiskidøgum er javnt við talið av fiskidøgum, sum hvør bólkur sær ikki brúkti í 2019.
Einans fiskifør, sum hava fiskað allar sínar tillutaðu dagar í 2020, hava rætt til buffaradagar. Víst verður til § 19, stk. 8-10 í sjófeingislógini.
Buffaradagar 2020 innara leið ytru leið
Bólkur 2 449,96 661,73
Bólkur 3 363,68
Bólkur 4 A 369,92
Bólkur 4 B 617,59
Bólkur 4 T 0
Umsókn um buffaradagar skal sendast til vorn@vorn.fo