02.05.2016 kl. 15.11
Skriva út
Búgvin fekk trolposan um skrúvuna
KL 0400 Sunnumorgunin boðaði trolbáturin Bugvin frá, at teir høvdu fingið trolposan um skrúvuna, og og ynsktu sleip. Búgvin var tá staddur í Geirðanum, sum er eitt øki landnyrðing úr Fugloynni.
Brimil var tá staddur á Fuglafirði og loysti beinanvegin, og var hjá Búgvanum kl 0800. Setti fast á Búgvan og sleipaði hann til Klaksvíkar har skipini komu um 15 tíðina.
Kavarar av Brimli skóru av skrúvuni hjá Búgvanum .
Teir vóru við at koyra avstað fyrstu ferð tá teir fingu um skrúvuna.