09.04.2010 kl. 10.04
Skriva út

Contender farin á land

Kl 0350 í morgun ringdi Contender umborð á Tjaldrið og boðaði frá at teir vóru farnir á land millum Norðagøtu og Syðrugøtu, skipið lak ikki, men stóð rættuliga fast.

Kl 0455 var Tjaldrið á staðnum, kavarar fóru niður at kannað hvussu skipið stóð, skipið stóð á helluni umleið aftur á hálvt skipið.

Kl 0550 sett Tjaldrið á at toga hann av aftur, og løtu seinni var skipið leyst, skipið lak eitt lítið sindur.

Myndir: Contender farin áland