19.03.2009 kl. 13.45
Skriva út

Dómur feldur í málinum um Ros og Izotop

Landsrætturin staðfesti í dag úrskurðin, sum Føroya Rættur gjørdi í málinum um russisku trolararnar Izotop og Ros. Dómurin í Føroya Rætti varð sagdur 27. mai í 2008.
Skipararnir skulu rinda hvør sínar 100.000 krónur í bót, og hald varð eisini lagt á veiðuna hjá trolarunum. Veiðan var mett til eitt virði upp á góðar 280.000 krónur.
Tað vóru Brimil og Tjaldrið, sum tóku teir báðar russisku trolararnar í mai mánaða í 2008 fyri at fiska í føroyskum sjóøki uttan fiskiloyvi.