22.05.2013 kl. 08.06
Skriva út

Dreggjaðu eftir trolposa

Brimil kom í morgun á Fuglafjørð við trolposanum hjá Grunnabarð.
Grunnabarð trolaði eystanfyri, inn av Sandoyarbankanum, tá hann misti trolposan mánadagin. Teir royndu at dreggja eftir honum, men tað eydnaðist ikki, at fáa hann aftur.
Brimil gjørdi so eina roynd í gjárkvøldi, og tað eydnaðist Brimli, at fáa alla tað mistu útgerðina aftur.
Grunnabarð royndarfiskar eftir hvítingsbróðri í føroyskum sjógvi.

Fleiri myndir her