03.10.2008 kl. 11.36
Skriva út

Drelnes sleipaður til lands aftur

Tað kann ikki sigast annað enn, at óhappini hava tarnað garnaskipinum Drelnes seinastu dagarnar.
Týsdagin vóru teir óhepnir, og fingu um skrúvuna. Tá varð neyðugt, at fáa Brimil, at sleipa teir á Klaksvík, har froskmenn skóru av skrúvuni. Hetta gekk væl, og Drelnes fór til fiskiskap aftur.
Minni enn tvey samdøgur seinni, heitti Drelnes aftur á Brimil, tí teir høvdu tørv á sleipihjálp. Hesaferð høvdu teir fingið maskinbrek, ið var av slíkum slag, at teir ikki fingu siglt sjálvir.
Skipini komu á Tvøroyri í gjárkvøldið.