31.03.2010 kl. 15.16
Skriva út

Einfald uppgerð yvir kanningar hjá Fiskiveiðieftirlitinum í 2009.

Í 2009 gjørdi Fiskiveiðieftirlitið 395 kanningar av fiski- og flutningsførum. Útlendsk før vórðu kannað 102 ferðir, meðan 293 kanningar vórðu gjørdar av føroyskum skipum.

Ymisk brot vórðu staðfest. Talan var um brot á galdandi fiskivinnulóggávu, reglur um trygdarskeið og heilsuváttan og haraftrat brot á galdandi reglur um hvussu skip skulu mannast.

10 brot vórðu framd á fiskivinnulóggávuna. Her er talan um 8 føroysk skip og 2 útlendsk skip.

41 brot vórðu framd á ásetingarnar um trygdarskeið fyri sjófólk. Her er ójavnt hvussu stórt brotið er. Í ávísum føri, vóru tað eini 6 av manningini, ið ikki høvdu prógv um trygdarskeið

38 brot vórðu framd á ásetingarnar um heilsuváttan fyri sjófólk.

Eitt skip fekk boð um, at fara til lands tí at manningartalið ikki var í samsvar við manningarskjal skipsins.

Brotini á fiskivinnulóggávuna vóru, at skip fiskaðu við ov smaúm meskum, fiskaðu á stongdum øki og vantandi fráboðanir um fiskiskap til Fiskiveiðieftirlitið.