Eitt fast starv og eitt avloysara starv sum fulltikin dekkari
Fulltiknir dekkara til Vørn
Eitt fast starv og eitt avloysara starv sum fulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn verða hervið lýst leys. Avloysara starvið er tíðaravmarkað til 17 okt. 2024.
Høvuðsuppgávur:
Starvið sum fulltikin dekkari fevnir m.a. um hesar uppgávur:
- Ganga vakt eftir vaktarskipan
- Luttaka í dagliga arbeiðinum
- Arbeiðsuppgávur sambært starvslýsing í Góðsku- og trygdarhondbókini
- Annað fyrifallandi arbeiði
Førleikakrøv:
- Førleikaprógv sum fulltikin dekkari við handilsskipum
- Heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu
Dentur verður annars lagdur á:
- Dagført og galdandi trygdarskeiðsprógv
- Royndir innan yrkið
- Góð samstarvsevni
- Aldur og heilsa at gerast vinnukavari er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Setanartreytir:
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er lønt í lønarflokki 5.
Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.
Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum. Tænastustaðið er í løtuni Vørn.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 08. nov 2023 kl. 12.00.
Størvini vera sett sum skjótast.
Umsókn skal sendast til :
Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn, ella teldupost til: vorn@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn á tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo