30.10.2011 kl. 19.41
Skriva út

Eldur í glastrevjabáti eystan fyri Nólsoynna.

MRCC-Tórshavn fekk í kvøld kl 1813 boð frá Politistøðini um at eldur var í einum glastrevjabáti eystan fyri Nólsoynna, við einum manni umborð.

MRCC-Tórshavn bað beinavegin bjargingarbátin Lív, Tjaldrið, sum var í djúpunum, línubátin Kamb, sum var vestan fyri Eystnes, og Trónd í Gøtu, sum var við Gøtunes, um at fara til hjálpar. Somuleiðis bleiv tyrlan beinanvegin útkalla.

Løtu seinni, umleið kl 1823 bleiv upplýst at báturi var staddur umleið 4 fjórðingar í ein LSE úr Eystnesi, at maðurin var í bjargingarbúna og var farin í gummibátin. Kl 1848 kom Lív til gummibátin, umleið 5,3 fjórðingar í ein LS úr Eystnesi, og tók mannin umborð.

Glastrevjabáturin stóð í ljósum loga tá Lív kom á staðið, og Tjaldrið fer nú at hyggja nærri at bátinum og kanna um nakað kann gerast.