18.05.2013 kl. 19.53
Skriva út
Eldur í maskinrúminum á "Vesturtúgvu"
Brimil kom um miðdagsleitið á Havnina við partrolarnum “Vesturtúgva”.
Vesturtúgva boðaði í gjárkvøldi frá, at tað var eldur í maskinrúminum, teir vóru tá staddir ein 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Manningin á Vesturtúgvu kláraði sjálv at sløkkja eldin, við at útloysa halonsikipanina til maskinrúmið.
Brimil kom til Vesturtúgvu uml kl 0130 í nátt, og tók trolweirin og trolvektina inn fyri teir, tí teir høvdu trolið úti tá óhappið hendi.
Brimil setti síðani fast á Vesturtúgvu og sleipaði skipið til Havnar. Nakað av skaða av eldi er í maskinrúminum og roykskaði er um alt skipið.
Vesturtúgva partrolar saman við Grønanes.