26.11.2012 kl. 13.16
Skriva út
Elektroniskar fráboðanir
Í fleiri av londunum kring okkum, hevur í nøkur ár, verið arbeitt við at fáa alt samskifti elektroniskt millum fiskiskip og almenna eftirlitið á landi. Fleiri av londunum eru nú burturav farin at brúka elektroniskar fráboðanir.Í Føroyum eru ongar reglur, sum áleggja fiskiførum at senda fráboðanir elektroniskt, tó hevur kunngerðin um veiðudagbøkur fyri føroysk fiskifør áseting um, at hesar kunnu sendast elektroniskt. Í 2012 eru eisini fleiri fiskiskip farin at brúka hendan møguleika, sum vísir seg at roynast væl.
Sjálvt um ongar reglur enn eru her á landi um, elektroniskt samskifti millum fiskiskap og almenna myndugleikan, er helst bara spurningur um stutta tíð, til eingin fiskiveiðusáttmáli verður gjørdir við onnur lond, uttan so at okkara fiskiskip kunnu samskifta elektroniskt.
Eisini NAFO og NEAFC verður arbeitt við at finna ein felags leist um elektroniskt samskifti.
Fiskiveiðieftirlitið arbeiðir við loysnum at fráboða elektroniskt.
Í dag ber til um heimasíðuna, at avgreiða veiðuváttanir, vektar- og avreiðingarseðlar og at fráboðað ov stórt íbland av ungfiski elektroniskt.
Fyrst í komandi ári verður gjørligt at fráboða landing elektroniskt, og á vári 2013 verður gjørliga at senda fráboðanarnar COE, CAT og COX elektroniskt