22.01.2010 kl. 11.14
Skriva út

Elektroniskar veiðidagbøkur

Um stutta tíð, fer at verða neyðugt hjá føroyskum fiskiskipum, at útvega sær tøkni, ið skal nýtast í samband við elektroniskar veiðidagbøkur.

Í samband við fiskirættindasamráðingarnar, ið føroyingar høvdu við norskar og ES myndugleikar í seinastu viku, fekk føroyska sendinevndin at vita, at krav um elektroniska veiðidagbók, kemur í gildi í summar.
Hetta ber í sær, at føroysk skip, ið skulu reka fiskiskap í norskum ella ES sjógvi skulu vera før fyri, at senda myndugleikunum veiðiupplýsingar í serligum elektroniskum sniði. Pappírsdagbókin, ið verður nýtt í dag, fer tá í søguna.
Í samband við broytingarnar, fyrireikar Fiskimálaráðið møguligar broytingar í lógarverkinum.
Avtalað er við myndugleikarnar í Noregi, at umboð fyri føroyskar myndugleikar skulu koma á fund í Bergen 15 februar til tess, at fáa at vita, hvørji krøvini verða, ið føroysk skip skulu lúka, tá ið tey skulu til fiskiskap í norskum sjógvi.
Avtalað er eisini, at fundur skal haldast við myndugleikarnar í Bruxelles so skjótt sum gjørligt.