12.11.2010 kl. 22.03
Skriva út
Eyðálvur og Árni í starvsvenjing við Brimli.
Eyðálvur Niclassen 10 flokkur úr Sørvági og Árni Mikkelsen 9 flokkur úr Klaksvík, hava tvær tær síðstu vikurnar verið í starvsvenjing við Brimli.Og tað er ikki hissini teir hava uppliva, umframt at hava luttikið í vanliga viðlíkahalds arbeiðinum umborð, lært um sjómansskap, sluppu teir eisini at luttaka í stórari bjargingarvenjing, sum var eystanfyri Nólsoynna.
Í venjingini vóru “dukkur” blakaðar á sjógv úr tyrlu, og vóru tað bjargingar førini Triton, Brimil, Ziska og Lív, sum skuldu finna tær aftur, hetta gekk væl.
Og í gjár, í himmalsins ódnarveðri vóru teir eftir línuskipinum Helenu úr Klaksvík, sum hevði fingið um skrúvuna, einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Skipari og manning læta væl at, at teir hava verði raskir og fyrikomandi.