18.06.2015 kl. 14.39
Skriva út
Fáa ikki kvittað fyri móttøku av DSC-neyðarkalli á millumbylgjuni
Tríggir av fýra millumbylgjusendarum Uppi á Varða eru farnir. Tórshavnradio fær tískil bara samskift á millumbylgjuni á neyðrásini 2182. Nýggir millumbylgjusendarar eru í umbúna, men veitingartíðin er 4-5 mánaðir.
Millumbylgjusendararnir Uppi á Varða eru meira enn 30 ára gamlir. Upprunaliga vóru fýra sendarar, harav ein var brúktur til DSC, ein var brúktur til neyðrásina 2182 og ein var settur av til arbeiðsrásina. Tann fjórði var eyka.
Eykasendarin varð tikin í nýtslu fyri fleiri árum síðani. So vóru tríggir sendarar tøkir. Men fyri stuttum eru bæði millumbylgjusendarin til DSC-neyðarkall og sendarin til arbeiðsrásina givnir at rigga.
- Støðan er hættislig. Tað er sera álvarsligt, at vit ikki fáa kvitterað fyri einum DSC-neyðarkalli. Fer seinasti sendarin, so hava vit einki samskifti á millumbylgjuni, sigur Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC.
Sambært altjóða mannagongdum er tað lokala landstøðin, sum kvitterar fyri DSC-neyðarkallum. Í Føroyum er tað Tórshavnradio.
Kvittanin kann hava stóran týdning, tí skipið, sum sendir út DSC-neyðarkall á millumbylgjuni, fær ikki brúkt millumbylgjusendaran til samskifti, fyrrenn kvittan er móttikin fyri DSC-neyðarkallið.
Sum støðan er nú, fer Tórshavnradio at biðja aðrar støðir ella skip vátta fyri seg. Men fyri at kvitta, er neyðugt at støðin ella skipið hevur hoyrt DSC neyðarkallið.
Í ringasta føri kann tað vera so, at tað er bara Tórshavnradio, sum hoyrir eitt DSC-neyðarkall á millumbylgjuni. Tá er støðan tann, at skipið fær onga kvittan fyri eitt DSC-neyðarkall á millumbylgju.