05.08.2011 kl. 17.07
Skriva út

Fiskiskapurin eftir makreli av felagskvotu, steðgar leygarkvøldi

Øll fiskifør, sum fiska makrel av felagskvotuni, sum er tillutað sambært § 6, stk. 2, pkt 2 í kunngerð nr. 85 frá 8. Juni 2011, um veiðu eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi, skulu gevast við fiskiskapinum leygarkvøldið 6 august 2011 á midnátt.
Eftir framrokningum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður kvotan tá uppfiska.