11.09.2014 kl. 10.11
Skriva út
Fiskiveiðieftirlitið ger sína skyldu
Í grein, sum var send miðlunum í seinastu viku, leggur nevndarlimurin í Føroya Fiskimannafelag, Axel Hansen, Vørn undir ikki at røkja sína eftirlitsskyldu. Axel Hansen vil vera við, at skipsmanningarlistin fyri garnaskipið Anitu ikki var í lagi, nú skipið er farið til fiskiskap. Hesir pástandir frá Axel Hansen eru ikki rættir og tískil er neyðugt hjá Vørn at koma við eini rættleiðing.Skipsmanningarlisti eftir lógini
Øll skip, sum sigla undir Føroyskum flaggi, hava eitt manningarskjal, sum tilskilar hvør minsta manningin umborð á skipinum skal vera. Minsta kravið til manning umborð á Anitu í altjóða sigling er:
• Skiparin skal hava sjóvinnubræv sum skipari við fiskiskipum.
• Yvirstýrimaðurin skal hava sjóvinnubræv sum stýrimaður á 3. stigi við fiskiskipum.
• Maskinstjórin skal hava sjóvinnubræv sum skipsmaskinistur á 1. stigi.
• Ein ófulltikin motormaður.
• Ein fulltikin dekkari.
• Tveir ófulltiknir dekkarar.
Vert er at leggja til merkis, at onki krav er í manningarskjalinum til teir tríggjar seinastu í listanum um sjóvinnubræv.
Skipsmanningarlistin, sum skiparin á Anitu sendir Fiskiveiðieftirlitinum 15. august vísir, at skipið er mynstrað í samsvari við krøvini í manningarskjalinum fyri Anitu.
Eftirlitið hevur kannað Anitu
Sambært løgtingslóg nr. 67 frá 9. juni 1988 um mynstring er tað skiparin, sum hevur ábyrgdina av, at skjølini hjá manningini eru í lagi og at skipsmanningarlistin verður sendur mynstringarmyndugleikanum áðrenn fráferð. Fiskiveiðueftirlitið kannar ikki upplýsingarnar í hvørjum tí einasta skipsmanningarlista áðrenn fráferð, men hevur síðani 2007 gjørt meiri enn 550 kanningar av skipsmanningarlistunum hjá føroyskum skipum.
Tá, Anita sendi skipsmanningarlistan til mynstringarmyndugleikan, var skipið í Spania. Nú skipið er komið á fiskileið í føroyskum sjógvi hava fólk hjá Fiskiveiðueftirlitinum verið umborð og kannað millum annað skipsmanningarlistan. Fiskiveiðieftirlitið hevur staðfest við kanningini, at einki er at finnast at við skipsmanningarlistanum, sum skiparin á Anitu hevur sent myndugleikanum. Staðfestast kann at:
• Sjóvinnubrøvini hjá yvirmonnunum eru samsvarandi treytinum í manningarskjalinum
• Heilsuváttanirnar hjá manningini á Anitu eru allar útskrivaðar sambært føroyskum reglum og á føroyskum skjølum.
• Trygdarskeiðini hjá manningini á Anitu hava neyðugu STCW átekningina, sum er átekningin, ið føroyskir myndugleikar krevja sambært kunngerð um trygdarskeið.
Fiskimannafelagið sáar ógrundaðan iva
Tað er harmiligt, at ein nevndarlimur í Føroya Fiskmannafelag á hendan hátt sáar ógrundaðan iva um, hvussu Fiskiveiðueftirlitið umsitur sína eftirlitsskyldu. Tað má kunna krevjast, av felagnum hjá føroyskum fiskimonnum, at felagið leggur seg eftir at bera fram rættar upplýsingar. So var ikki hesuferð.
Vørn leggur stóran dent á, at øll skulu vera líka fyri lógini. Í hesum føri kann Fiskiveiðieftirlitið staðfesta, at skiparin á Anitu hevur fylgt galdandi reglum um mynstring til fulnar.
Elmar Højgaard
stjóri, Vørn