23.05.2013 kl. 10.27
Skriva út

Fiskiveiðieftirlitið, MRCC Tórshavn, Tórshavnar Radio, Tilbúgvingarstovnur Føroya og Veðurtænastan hava fingið felags heiti

Í fjør varð gjørt av, at leggja stovnarnar Fiskiveiðeftirlitið, MRCC Tórshavn, Tórshavnradio, Tilbúgvingarstovn Føroya og Veðurtænastuna, saman í ein stovn.
Endamálið var, at samskipa partar av virkseminum har hetta var gjørligt. Nevnast kann felags roknskapar- og fíggjarstýring, journalstýring, innkeyp og annað.
Mett varð eisini, at rættast hevði verið við einum felags heiti fyri samanløgdu stovnarnar. Heitt varð á starvsfólk á stovnunum, at koma við uppskotum til nýtt navn. Áheitan varð eisini send Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Hópin av frálíkum uppskotum vórðu send teimum, ið skipa fyri samanleggingini. Endin varð, at uppskotið frá Jógvan í Lon Jacobsen, deildarleiðara á Føroyamálsdeildini, varð mett sum best hóskandi.
Jógvan í Lon Jacobsen skeyt upp, at nýta orðið Vørn sum felags heiti fyri samanløgdu stovnarnar. Jógvan sigur um orðið, at tað merkir varðhald, verja o.s.fr. Hann sigur eisini, at fyrimunurin við tí er, at tað er stutt, lítið brúkt, lítið kent og tí eisini óslitið. Orðið er gamalt og hevur eisini verið brúkt í føroyskum skaldskapi.
Tá ið endalig støða var tikin um heitið, settu fyrireikararnir seg í samband við Edward Fuglø, listamann í Klaksvík og heittu á hann, at gera uppskot til nýtt búmerki. Edward gjørdi fleiri góð uppskot, men tað gekk ikki long tíð, so var semja um eitt teirra.
Edward sigur sjálvur um búmerkið:
Hongur neyvt saman við navninum Vørn.
Sjálvt um virksemið hjá samanlagda stovninum kann sigast at vera ymiskt, so er ein felagsnevnari:
"Samskifti."
Merkið er teknað sum ljóð, sjónligar ella talgildar bylgjur millum sendara og móttakara, og hesar møtast á miðjuni.
Signal er eisini eitt orð mann kann seta á, signal eins og ein boya er tað, og sum merkið eisini kann síggjast sum.
Vørn er skrivað við stavum við norðurlendskum sniði og sum bera brá av rúnum.
Serliga Ø-ið, ið eisini hevur okkurt maritimt yvir sær, havi eg spælt mær við.
Samanlagt myndar nýggja búmerkið ein autoriteran stovn/myndugleika sum við sínum samskifti og leiðslu á ymsu økjunum, luttekur í talgilda samskiftis samfelagnum.