17.01.2011 kl. 16.56
Skriva út

Fiskiveiðieftirlitið stongir stór økir fyri ungfisk

Á midnátt í kvøld, stongir Fiskiveiðieftirlitið tvey økir.
Eitt øki norður úr Ennibergi og eitt eystur úr Svínoynni
Brimil hevur gjørt kanningar av fleiri skipum í økinum, og hevur íblandi við toski undir 50 cm. verði heilt upp í 75%
Ein stórur partur av línuskipunum og størru línubátunum hava fiska í økinum.
Eftir fráboðanum sum Fiskiveiðieftirlitið hevur fingið frá onkrum av teimum stóru línuskipunum, so seta teir einar 30.000 húkar um døgnið.
Økini verða stongd í 14 dagar.

Positiónirnar eru at síggja undir bráfeingis veiðibann á heimasíðuni.